Nógv bendir nú á, at Búnaðarstovan noyðist í fútarættin við málinum um Fámara, nú líkt er til, at Johan og Rakul við húski ikki ætla sær at flyta av garðinum - við góðum.
Freistin hjá teimum báðum við húski at flyta er úti á midnátt í kvøld, men sambært tí, sum hjúnini í Fámara hava sagt, bendir einki á, at tey fara av garðinum.
- Skulu vit út, mugu vit blakast út, hava tey sagt.
Við Rás2 fyri løtu síðan segði Bjørn Patursson, stjóri í Búnaðarstovuni, at um húskið ikki er flutt úr Fámara á midnátt í kvøld, noyðist Búnaðarstovan helst í fútarættin við málinum í morgin.
- Tey bæði fingu fyrst muntliga hin 4. juni og síðan í skrivi hin 10. juni at vita, at freistin at flyta er í seinasta lagi á midnátt í kvøld.
Bjørn Patursson vísir á, at hjúnini kærdu hesa avgerð hjá Búnaðarstovuni til Fiskimálaráðið, sum er hægsti myndugleiki á økinum, men Fiskimálaráðið staðfesti avgerðina hjá Búnaðarstovuni.
- Tí stendur avgerðin við, og tí noyðast vit helst í fútarættin við málinum í morgin, um hjúnini við húski ikki eru flutt av garðinum í Fámara í seinasta lagi á midnátt í kvøld, sigur Bjørn Patursson.
Herfyri gjørdi Búnaðarstovan av, at festið í Fámara skal latast bóndanum í Sumba, Jens Hera Jacobsen.










