- Hoyringsfreistin er farin og málið gongur sína gongd, sigur Jacob Vestergaard.
Kæran hjá Jóhan í Kollafirði um Fámara liggur hjá Fiskimálaráðnum, og neyðugt er at fylgja ávísum mannagongdum.
- Eitt nú skulu allir partar hoyrast, og teir hava møguleika at gera sínar viðmerkingar. Hoyringsfreistin er farin, og málið verður nú viðgjørt í Fiskimálaráðnum, sigur Jacob Vestergaard.
Embætisfólkini í Fiskimálaráðnum viðgera nú viðmerkingarnar og orða eina avgerð.
- Men eg dugi ikki at siga, nær málið verður liðugt avgreitt, sigur Jacob Vestergaard.