- Lat teg ikki lumpa!
Soleiðis skrivar Føroya Tele í facebook-dagføring í dag. Føroya Tele ávarar ímóti følskum teldupostum, har onkur eftir øllum at døma roynir at lumpa fólk.
- Falskur teldupostur og følsk heimasíða er í umferð. Vit skulu gera vart við, at vit IKKI eru sendarin av hesum. Talan er um spam og má ikki svarast, skrivar Føroya Tele.
16. desember kom Føroya Tele eisini við líknandi ávaring, so falski telduposturin er enn í umferð.
##med2##