Í samfull 20 ár hevur Faðir Tommaso hildið gudstænastur og skriftað við borgarum í lítla italska býnum Fane. Trupulleikin er bert, at hann als ikki er prestur.
Hvørt einasta summar kom tann 84 ára gamli Faðir Tommaso til býin fyri at hjálpa tí lokala prestinum. Hvørja einastu ferð varð hann móttikin við hjartalagi og vælvilja frá fólki, sum í góðari trúgv kendu hann sum tað ið hann segði seg vera, nevniliga prest. Nú vísir alt seg at vera svik.
Tað var prestur teirra, seinasta hálvtannað árið, sum avdúkaði svikið, og síðani kunnaði kirkjufólkið um tað. Eingin skilir, hví hann hevur gjørt hetta.
Svikið kom fram, tá Faðir Tommaso skuldi til kanningar á einum sjúkrahúsi. Hin presturin ætlaði at boða nøkrum av vinum hansara frá hesum, men fann ístaðin útav, at Faðir Tommaso stóð á listanum hjá einum vælgerðarfelagsskapi yvir tey sum hava brúk fyri hjálp. Navn hansara var í veruleikanum Italo G.
Borgarstjórin í Fane, Federico Marangoni er ógvuliga vónbrotin av tíðindunum. Hann hevur fleiri ferðir skriftað hjá Faðir Tommaso, sum hann metti sum ein sannan prest.
Faðir Tommaso hinvegin er ikki serliga hugaður at gera viðmerkingar til málið.
- Eg eri brekaður, so lat meg fáa friði, sigur falski presturin. Á hurð hansara stendur rætta navnið, Italo G., men á postkassanum við síðuna av stóð altso Faðir Tommaso.









