Falskur hunangur tikin í Svøríki

Umleið 19.000 kilo av følskum hunangi blivu í farnu viku steðgað av svensku myndugleikunum. Talan var um Midyat Honung, sum bara er sett saman av sukri og hungangsaroma.

Tað upplýsir svenska matvørueftirlitið, Livmedelverket, sum sigur ólógligu og følsku vøruna vera framleidda í Turkalandi.

– Hunangur er eitt vart vøruheiti, og tí ber ikki til at selja ein sukurlaka og kalla hann hunang, sigur ein talskvinna fyri svensku myndugleikarnar.

Ein fyritøka í Södertälje er biðið um at afturkalla alla vøruna av hesum slagnum, tí ein partur av henni er longu seldur til Finnlands og Litava.