Sløkkiliðið í Eysturkommunu rykti fyri løtu síðani út til Leirvíkar eftir eina fráboðan um eld. Fráboðanin kom frá Frítíðarheiminum í Leirvík.
Tíbetur vísti tað seg, at talan var um falskan alarm, kundi sløkkiliðið staðfesta beinanvegin, teir komu á staðið.
Enn er ikki heilt greitt, hví eldávaringarskipanin fór í gongd, men sløkkiliðsleiðarin heldur, at møguliga er okkurt barn komið undir alarmin.
Í Frítíðarheiminum í Leirvík eru børn úr forskúlaaldri upp í 2. flokk.










