Falskur alarmur í løgtinginum

Eitt stórt lið av sløkkiliðsfólkum frá Tórshavnar Sløkkiliðið varð fyri løtu síðani sent oman í miðbýin í Havn, tí automatiska eldávringarskipanin í løgtingskjallaranum boðaði frá eldi. Men tíbetur var talan um falskan alarm. Men tá slík fráboðan kemur, verður hon altíð tikin í álvara, og tað stóra liðið sent avstað. Tá sá rættilga ógvusligt út á Tinghúsvegnum, tá fýra brandbilar komu ýlandi - eisini tann stóri stigabilurin.

Sløkkiliðið skal verða standandi á staðnum, til staðfest er, at talan var um falskan alarm, og soleiðis var.

Tað er Føroya Tele, sum hevur útgerð í kjallaranum í umsitingarbygninginum hjá løgtinginum, sum fyrr hýsti Føroya Tele.