Fyri eini løtu síðani fór alarmurin hjá sløkkiliðnum í Havn ígongd.
Tað vísti seg at vera ein alarmur á einum sentrali hjá Føroya Tele á Tinghúsvegnum, sum boðaði frá.
Sløkkiliðið fór á staðið alt fyri eitt, men har var onki at síggja, tí talan var talan um falskan alarm.
Á Brandstøðini siga tey, at tað hendir meiri enn so, at teknisk brek seta alarmarnar í gongd og tilsamans hendir tað einar 15-20 ferðir um árið í øllum Føroyum.
Annars hevur verið stak friðarligt á jólum.
Á brandstøðini eru 14 mans á vakt við teimum, sum hava tilkallivakt, men telefonin ringdi ongantíð í gjár, siga tey á sløkkiliðnum, hóast hetta er hátíðin fyri stearinljósum á jólatrøðum og í jólapynti.
Eisini løgreglan sigur frá einum ógvuliga friðarligari jólaaftan.










