Falskur alarmur í Burn

Fyri løtu síðani fór eldávaringin í gongd í venjingarmiðstøðini Burn í miðbýnum í Havn

Sløkkiliðið var skjótt á staðnum, og tá vóru øll longu farin úr bygninginum. Átaksleiðarin hjá Tórshavnar Sløkkiliði fór inn at kanna málið, og hann staðfesti skjótt, at talan var um falskan alarm, og so kundu fólk fara inn aftur at venja.