Talan var um falskan alarm, tá ferðafólk vórðu flutt av Schiphol fløgvøllinum í Amsterdam í gjár.
Hildið varð, at ein gíslatøka fór fram umborð á einum flogfari, ið stóð á flogvøllinum, og tí vóru hermenn, løgregla og sjúkraflutningsakfør boðsend, meðan stórir partar av flogvøllinum vóru tømdir fyri fólk.
Tað vísti seg tó, at talan var um falskan alarm. Eitt starvsfólk umborð á einum Air Europa flogfari hevði trýst á ein alarm av óvart, og alarmurin gav boð um, at gíslatøka fór fram.
Upprunaliga var ikki greitt, júst hví fólk skuldu burtur av flogvøllinum, og hvat tað var, sum gekk fyri seg í flogfarinum. Hollenska hernaðarløgreglan skrivaði bert á Twitter, at løgreglan var farin at kanna ein "illgunasaman tilburð" umborð á einum flogfari.
Stutt eftir boðaðu hollenskir miðlar frá, at talan var um gíslatøku, sum so nú er avsannað.
Air Europa hevur biðið um umbering fyri hendingina.