Falskt neyðarkall

Amerikanska sjóverjan er givin at leita eftir 21 fólkum, sum vórðu søgd at hava verið umborð á einum stuttleikabáti, sum var sokkin úti fyri statinum New Jersey eftir eina spreinging umborð. BBC veit at siga, at sjóverjan er komin til ta niðurstøðu, at boðini um vanlukkuna vóru følsk.

Sjóverjan hevði fingið at vita, at talan var um stuttleikabátin "Blind Date", og at hann var staddur 17 fjórðingar úr Sandy Hook í New Jersey, tá vanlukkan hendi. Sagt varð, at ein annar bátur hevði tikið nøkur fólk upp, og at hini bíðaðu eftir hjálp frá sjóverjuni. Men sjóverjan fann ongan bát, einki fólk og heldur einki vrakpetti.

Maðurin, sum eigur stuttleikabátarnar "Blind Date" og "Blind Date II", hevur boðað frá, at eingin vanlukka er hend hansara bátum.

Á sjónvarpsmyndum sæst, at sjúkrabilar vóru komnir oman á havnarlagið í Sandy Hook at taka sær av teimum, sum høvdu verið í bátinum.

Tað er ógreitt, hvat skal henda í málinum, skrivar AP.