Falskir áskoðarar køvdu teir føroysku

Ukraina brúkti 'playback' í dystinum ímóti Føroyum

Les um dystin, Ukraina - Føroyar, í Sosialinum fríggjadagin

 

Fitt av ukrainskum áskoðarunum vóru til dystin í Kiev, og millum tey stóðu sjey føroyskir fjepparar og róptu herróp allan dystin. Føroysku áskoðararnir hoyrdust væl fyrstu løtuna, og hýrurin var eisini góður tá ið spælið á vøllinum eydnaðist. Eftir einum tíggju minuttum hoyrdust føroyingarnir tó einki serligt longur, tí at heimaáskoðararnir vóru veruliga farnir at fjeppast nú. Soleiðis ljóðaði tað í øllum førum.

Men veruleikin var ein annar. Ein hallarrøðari skipaði fyri herrópum – hetta er vanligt í hondbólti – men tey, ið tóku undir vóru ikki vanligir áskoðarar. Tað hoyrdist týðiliga at ukrainski gangurin kom úr hátalarunum í høllini. Føroysku áskoðararnir kendu hetta sum eina roynd at køva føroysku herrópini, og hetta eydnaðist eisini, tí hátalararnir vóru skrúvaðir so hart frá, at mannamál kundi ikki hoyrast í høllini.

Ein heldur margháttligur framferðarháttur, ið neyvan hevur verið at sæð ofta áður í føroyskum landsdystum. Leygardagin eiga Føroyar heimavøll, og nógvir føroyskir fjepparar væntast í høllini í Keypmannahavn. Føroysku leikararnir ynskja sær helst at føroysku herrópini ikki fáa tørv á hátalarum.

 

Dysturin, Føroyar - Ukraina, verður leiktur leygardagin klokkan 16.45 - FM1 sigur beinleiðis frá dystinum