Seinasta vikuskiftið steðgaðu tríggir menn einum japanskum hjúnum á einari gøtu í Keypmannahavn. Menninir søgdu seg vera løgreglumenn, og ein teirra vísti fram eina silvurlitta stjørnu. Japansku ferðafólkini ivaðust sum vera man ikki í, at menninir vóru løgreglumenn og lótu teir kanna taskurnar, sum tey høvdu. Tá teir tríggir menninir vóru farnir, varnaðust japansku hjúnini, at evrur, dollarar og yen fyri 11.000 krónur vóru horvin.
Í einum øðrum føri steðgaðu nakrir menn einum indiskum pari. Ein teirra spurdi, um indiski maðurin kundi taka eina mynd av sær fyri seg. Um somu tíð komu tveir aðrir menn hagar. Teir søgdu seg vera løgreglumenn og spurdu, um indisku ferðafólkini høvdu rúsevni í taskunum. Ein av monnunum vísti eitt skelti fram. Tá indiska parið fekk taskurnar aftur, vóru 700 dollarar horvnir.
So møtir tú einum manni ella einari kvinnu í Keypmannahavn, sum sigur seg vera úr løgregluni, so er tað ikki vist, at tað er so. Men tað ber til at biðja um at sleppa at síggja samleikaprógvið, sum tey røtti løgreglufólkini hava.