Eitt etiskt kjak hevur tikið seg upp í norðurlondum, tí læknar kenna seg noyddar at geva muslimskum gentum falskar læknaváttanir um, at tær framvegis eru jomfrúir. Familjan og komandi verfamiljan vilja neviliga hava eitt ítøkiligt prógv um, at genturnar ikki eru dálkaðar.
Tað stendur ikki í koranini, at gentur skulu vera moyggjar, tá tær verða giftar, men hetta er ein av mongu og ófrávíkligu siðunum í muslimsku mentanini.
Men nógvar av gentunum hava í loyndum havt danskar sjeikar, sum tær hava verið í song við. Og tí eru tær bebbaræddar, tá tær gerast nóg gamlar til giftarmál.
Tær óttast at verða útihýstar frá familjuni og í ringasta føri dripnar við ærudrápi, um familjan gerst varug við, at tær ikki eru moyggjar.
Tað er vorðin ein stór vinna hjá plastikskurðlæknum at eftirgera jomfrúhindina, soleiðis, at gentur kunnu góðtakast til giftarmál, eftir at hava livað sum ungar, norðurlendskar gentur flest.
Men alt fleiri fara ?bert? til læknan, og av tí sama er talið av følskum jomfrú-váttanum eksploderð.
Men hetta er ein stórur etiskur spurningur, tí læknar eiga ikki at geva falskar váttanir. Og hetta er bert at skumpa kavabóltin undan sær, tí trupulleikin verður ikki loystur, og genturnar eru framvegis fangar millum tvær mentanir.
Tær skulu integrerast og hóska inn í norðurlendska samfelagið, og samstundis skulu tær fylgja muslimskum siðum og lógum.
Formaðurin fyri etiska ráðið hjá danska læknafelagnum, Poul Jaszczak hevur mælt donskum læknum frá at skriva hesar følsku váttaninar.
- Vit mugu hava eitt orðaskifti í lag, har vit fáa greitt eldra muslimska ættarliðnum frá trupulleikanum, sigur hann.