Falskar fortreytir fyri flogvølli

Oddagrein:

Í síðstu viku kom skriv frá forstjóranum í Vága Floghavn, har hann vísir á, hví tað er neyðugt at hækka flogerðslugjøldini: »Tey hava staðið í stað í átta ár«. Hann sigur eisini, at neyðugt er kunna fíggja viðlíkahald og íløgur og at tryggja, at eitt tíðarhóskandi gjald er fyri samfelagstæanstur, sum til dømis tilbúgving alt samdøgrið, alt árið.

Hetta er mikið áhugavert - serliga tá hugsað verður um tann sterka politiska vilja sum var til tess at fáa okkum flogvøllin á føroyskar hendur. Tað var tann 1. mai í 2007, at flogvøllurin varð yvirtikin frá dønum og skipaður sum landsstovnur. 24. juli árið eftir varð alt virksemið hjá Vága Floghavn lagt í partafelagið P/F Vága Floghavn.

Tað var Vinnumálaráðið, sum fyrireikaði yvirtøkuna av flogvøllinum. Raksturin skuldi sjálvandi ikki gerast dýrari. Flogvøllurin skuldi leingjast - við donskum pengum. Og alt tosið síðani um longdan flogvøll ber brá av, at fólk halda, at tess longri flogvøll vit fáa, tess bíligari verða flogferðaseðlarnir.

Veruleikin er kortini ein annar. Vága Floghavn hevur ein kunda - ein operatør, Atlantsflog, sum nú verður knokkroyttur við hækkandi gjøldum, sum frammanundan eru millum tey hægstu í Evropa. Hetta darvar sjálvandi allari menning hjá felagnum. Afturat hesum eru møguleikarnir at brúka flogvøllin skerdir við skerdum upplatingartíðum og dýrum eykagjøldum at nýta vøllin eftir vanliga arbeiðstíð. Veður má sær ráða, og tí slepst ikki undan úrtíðarflúgving í Føroyum.

Nýtslugjødini, Atlantsflog skal rinda Vága Floghavn, sum í 2008 vóru 18 milliónir, verða í 2010 hækkað upp í 32 milliónir krónur. Hetta er ein vøkstur upp á 14 milliónir krónur. Alt hetta eru trupulleikar, sum er skaptir eftir at flogvøllurin varð yvirtikin. Valla hevur hetta verið endamálið við yvirtøkuni, at flogvøllurin skuldi verða dýrari at reka - og at Atlatnsflog skuldi knokkroytast...

Fór Vinnumálaráðið skeivt í sínum metingum um kostnaðin av at reka flogvøll? Hava danir lumpað føroyingar, ella er tað bara dýrari at reka ein flogvøll á føroyskum enn á donskum?

Áhugavert hevði verið at fingið eina frágreiðing frá Vinnumálaráðnum um, hvat endamálið var við at taka yvir flogvøllin - og eina eftirmeting av, um arbeiði er gjørt nóg væl.