Eitt av størru nøvnunum á G! í ár, er danska Fallulah. Hon átti eitt nú mest spælda lagið á P3 útvarpsrásini í fjør og hevur fingið lovorð oman á lovorð bæði fyri fyrstu fløguna og sínar live framførslur.
Fallulah hevur júst latið eitt spildur nýtt videolag til eitt av hittum sínum Out of it úr hondum. Videolagið er leikstjórnað av John Kenn.
Fallulah spælir hóskvøldið á G!, sama kvøld sum svensku Movits! og íslendski Mugison.
Nýggja videolagið kann hoyrast her: