Beint fyri klokkan tvey í morgun fór ein bilur út av vegnum í Skopun og endaði í eini á.
Fallið var tólv metrar.
Tríggir ungir menn vóru í bilinum.
Bilførarin fekk onkrar snuddir í ryggin og í nakkan, og hann varð fluttur við Teistanum á Landssjúkrahúsið.
Hann er skuldsettur fyri at hava koyrt ávirkaður.
Í Suðuroynni hevur eisini verið eitt ferðsluóhapp í nátt.
Við hovstunnilin fór ein bilur við fýra ungum monnum í runt.
Hetta var um fimm tíðina í morgun.
Teir fýra menninir fingu smásnuddir og vórðu fluttir á skaðastovuna á Tvøroyri, men allir vórðu útskrivaðir aftur.
Politiið kennir ikki orsøkina til tað óhappið.