Fallið var stórt – men nú vísa pílarnir upp eftir

Í roynd og veru gekk tað betri í Havnini í juli í ár enn tað gjørdi í juli í fjør, men á bygd er støðan nógv verri

Sjey teir fyrstu mánaðirnar í ár vóru 45.577 gistingar á gistingarhúsunum kring landið. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni.

Í sama tíðarskeiði í fjør vóru gistingarnar 99.942 í tali og sostatt er talan um eina minking upp á heili 54 prosent í ár.

Hagstovan sigur, at afturgongdin var ógvislig frá mars til juni, men síðani er støðan batnað aftur í juli mánað, sum í roynd og veru stendur mát við juli mánað í fjør, hóast ferðafólkastreymurin hevur verið nógv avmarkaður í samband koronu.

Nógv størsta minkingin í gistingunum í ár hevur verið uttan fyri Havnina, har gistingarnar hesar sjey mánaðirnar eru minkaðar niður í ein fjórðing, men  tær eru minkaðar við knappliga helvtini í Havn.

##med2##

Verður hugt eftir, hvagani tey vitjandi á gistingarhúsunum koma, vóru nógv tær flestu gistingarnar hjá ferðafólki úr Danmark, tí heili 43 prosent av øllum teimum vitjandi hava verið úr Danmark. Í fjør vóru danskarar 30 prosent av ferðafólkunum.

Men tølini vísa eisini, at føroyingar hava gjørt nógv burtur úr at ferðast í egnum landi , tí fyrstu sjey mánaðirnar í ár vóru 32 prosent av teimum, sum gistu á gistingarhúsnum krong landið, føroyingar. Í fjør var tað bara 18 prosent.

##med3##

Hinvegin vóru tey ið koma úr øllum øðrum londum bara 25 prosent higartil í ár, men fyrstu sjey mánairnar í fjør, vóru tey 46 prosent.

Í roynd og veru vóru fleiri gistingar á gistingarhúsnum í Havn juli í ár enn tað vóru í fjør. Hinvegin er afturgongdin rættiliga stór hjá gistingarhúsunum uttan fyri høvuðsstaðin, tí har minkaðu tær meiri enn 50 prosent.

##med4##

Hagstovan sigur, at her er bara talan um gistingar á gistingarhúsum, tí ból og biti, hús, íbúðir, Airbnb og kamping, verður ikki skrásett so mikið væl, at tær kunnu takast við.