Fallið hjá íslendsku krónuni var væntandi

Íslendska stjórnin ætlar sær ikki at taka nakað stig, nú virðið á íslendsku krónuni er fallið rættiliga nógv teir seinastu dagarnar Íslendska stjórnin fer ikki at gera akað fyri at styðja landsins gjaldoyra, hvørs virði er minkað nógv í seinastuni.

Geir H. Haarde, forsætisráðharri, segði aftan á ein stjórnarfund í dag, at stjórnin væntar ikki nakra varandi kreppu ella nakað tílíkt, men at tað er neyðugt at fara varisliga fram.

Forsætisráðharrin segði, at virðið á krónuni hevur verið í hægra lagi leingi, og at tað tí var væntandi, at tað fór at fella.

Í dag er íslendska krónan fallin umleið fýra prosent í virði. Í gjár var fallið smá næstan prosent.