Fallandi dópstal tekin um avkristnan

Onkur tók soleiðis til í sambandi við tíðindini, ið fjøldmiðlarnir bóru um fallandi dópstalið av børnum í Danmark: "Hetta er eitt gott tekin, sum vísir, at danir hava fingið rættan kristiligan hugsunnarhátt, ikki at lata børnini doypa, men lata tey sjálvi sleppa at velja, tá ið tey einaferð hava skil fyri hvat, tey vilja".

Men viðkomandi fer stórliga skeivur. Tíðindini eru als ikki tekin um, at kristindómurin hevur framgongd - tvørturímóti. Er tað nakað, sum bendir á, at danir eru í ferð við at venda aftur til tey kristnu lívsvirðini? Opiniónskanningar, sum av og á verðar gjørdar í Danmark, tala ikki fyri, at kristindómurin er hátt í metum. At færri og færri lata børn síni doypa og læra upp í kristiliga barnalærdóminum, vísir best lága barometurstandin.
Í Føroyum lata so at siga øll fólkakirkjulig foreldur børn síni doypa. Tað gevur seg eisini til kennar í, at guðstrúgvin støðugt situr føst í mongum føroyingum. Vist er tað, at um teir dagar koma, at dópstalið av børnum í Føroyum fer at fella, verður tað ikki ein ábending um at kristindómurin hevur framburð, men eitt sjúkratekin, sum avdúkar avkristnan.