Tað var stutt eftir klokkan 14 í dag, at ein arbeiðsmaður á skipasmiðjuni Mest á Skála, varð slongdur úr lyftuni, sum hann arbeiddi í.
Løgreglan sigur, at lyftin helst hevur verið einar 4-5 metrar uppi, tá hendingin fór fram.
- Hetta er ein lyfta, ið maðurin, sum situr í henni, stýrir sjálvur. Eygnavitni sigur, at onkur av hjólunum á lyftini líka sum lyftu seg upp frá, og tá hesi komu niður á aftur, varð maðurin slongdur úr lyftuni og datt niður á slætt.
Løgreglan sigur, at maðurin fyrstu løtuna eftir hendingina var uttan vit, men meðan bíðað varð eftir hjálp, kom hann til sín sjálvs aftur.
- Maðurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið, men hóast tað nú eru fleiri tímar síðan hendingina, vita vit ikki rættiliga, hvussu hann hevur tað.
Løgreglan heldur tó fyri, at eingi tíðindi eru góð tíðindi, og tí verður vónað, at maðurin kemur hampiliga væl burtur úr stóra fallinum, ið lættliga kundi havt fingið álvarsligar avleiðingar.
- Vit hava ikki tosað við mannin enn, men í morgin fara vit fyrst at tosa við eitt eygnavitni, og síðan fara vit at seta okkum í samband við mannin, um heilsustøðan loyvir tí.
Løgreglan sigur, at Arbeiðseftirlitið longu í dag hevur verið á Skála og kannað umstøðurnar rundan um hendingina.