Fall fyri seks- tíma regluni

Tað nyttar onki at rýma undan einum ferðsluóhappið og so fortelja løgregluni, at tú hevur drukkið aftaná. Tað mátti tveir bilførarar sanna hetta vikuskiftið

Løgreglutíðindi

Hetta vikuskiftið var eitt ferðsluóhapp í Havn, har bilførarin verður skuldsettur fyri at koyra við kenning, hóast hann ikki varð tikin á staðnum.
Leygarkvøldið rendi ein bilur á Yviri við Strond. Tá ið løgreglan kom á staðið, var bilførarin rýmdur. Men løgreglan tók hann seinni.
Tá metir løgreglan at hann var so ávirkaður av rúsdrekka, at hann verður skuldsettur.
Tað er nevniliga ein regla til, sum vanliga nevnist seks utíma reglan.
Hon sigur, at tann, sum er uppi í ferðsluóhappi, hevur ikki loyvi at drekka teir fyrstu seks tímarnar eftir óhappið. Ger hann tað, telur tað sum um at hann eisini hevði drukkið, tá ið sjálvt óhappið hendi.
Og hendan reglan feldi bilføraran, sum koyrdi bilin Yviri við Strond
Leygarkvøldið var eisini eitt ferðsluóhapp á Sandi. Men bilførarin hevði kund, tí hann skuldi við ferjuni til Havnar so hann boðaði heldur ikki frá óhappinum.
Men tá ið hann kom á Gomlu Rætt, stóð løgreglan fyri honum og hann verður eisini skuldsettur fyri at koyra við kenning.
Leggjast kann afturat, at bilførarar, sum eru orsøkin til eitt ferðsluóhapp, skulu boða frá.

Vanligt vikuskiftið
Annars var talan um eitt vanligt vikuskiftið hjá løgregluni í Havn. Tríggir mans gistu í brummuni, tí teir vóru so fullir, at teir klára seg ikki sjálvar.
Ein fullur maður, elvdiu til skaða á ein bil í mniðbýnum, tá ið hann sparkaði hann. Hann viðgekk seg sekan og rindar skaðan aftur sjálvur.
Ein vørubilur varð eisini stolin. Í bilinum var nógv virðismikil útgerð til edv og annað. Men bilurin varð funnin aftur í øllum góðum uti á Argjum beint eftir at hann var eftirlýstur í Útvarpinum sunnudagin