Tað hevur verið góður línuútróður norðan fyri higartil í ár, og ein stórur partur av veiðini hjá bátunum hevur verið hýsa. Tað eru serliga fýra glastrevjabátar, sum rógva út við línu av Eiði. Hesir eru Gordrúgvin, Falkurin, Luttur og Barmur.
Falkurin, sum er heimahoyrandi á Skála, plagar at fiska norðan fyri, tá fiskiskapurin har roynist betur enn eystanfyri. Soleiðis hevur eisini Falkurin verið norðan fyri seinastu tíðina, har bátarnir við línu javnan hava ligið um 200 pund á stampin.
Fyri eini tíð síðan skrivaði ein av egnarunum á sínari Facebook-síðu, at Falkurin hevði 13 túrar í januar, og hesir túrar góvu tilsamans 130.000 pund - ella í miðal 10.000 pund á setuna. Tað er góður útróður.
Tað hevur tíverri ikki eydnast at fáa at vita, hvussu februar mánaði vignaðist hjá Falkinum, men lítið man vera at ivast í, at hann líkist januar mánaði. Útróðrarmenn, sum rógva út av Eiði, siga, at línuútróðurin hevur verið góður tað, ið farið er av hesum árinum.
Av fýra bátum, eru teir tríggir, sum landa fiskin ókruvdan til Sjógæti á Eiði. Sagt verður, at hetta lættir nógv um útróðurin - serliga, tá tað bara eru tveir mans, sum eru umborð hvønn túrin.
- Tað hevði verið ynskiligt, at meira toskur var at fáa, tí toskaprísurin hevur verið nógv hægri enn hýsuprísurin. Av einum túri á 8.000-9.000 pund, liggur nøgdin av toski um 2500 til 3000 pund.
Ein av útróðrarmonnunum sigur við In.fo í morgun, at vónir eru um, at prísirnir á hýsu fara at hækka, men hetta veldst ivaleyst nógv um, hvussu støðan verður við koronu í Stórabretlandi ta næstu tíðina.
- Bretski feskfiskamarknaðurin hevur stóran týdning fyri prísirnar á hýsu, og tá bretar í størri mun aftur fara út at keypa fisk & kips, vænta vit, at prísirnir aftur fara at hækka, sigur útróðrarmaður við In.fo í morgun.