Falkur skrivaði søgu

5-MANNAFØR GENTUR Á Sundalagsstevnuni eydnaðist tað Falki úr Hósvík at vinna gentukappingina fyri fyrstu ferð nakrantíð

Tað var so spennandi, sum tað ber til at ímynda sær, at tað kann vera, tá ið Falkurin úr Hósvík og Sílið hjá Havnar Róðrarfelag við gentu­manningum komu skúmandi fram ímóti málinum.
Á Norðoyastevnu var kappingin ikki so tøtt. Ta ferðina var Sílið eina bátslongd frammanfyri Falkin. Leygardagin á Sundalagsstevnu var munurin so at siga eingin. Men Falkurin var fyrstur á mál, og tað var merkisvert. Hóast bát­urin er úr Hósvík, so kann sigast, at talan var um heimasigur á Sundalagsstevnuni. Og sigurin var tann fyrsti nakrantíð, sum gentu­manning hevur vunnið við Falki.
Falkurin var fremstur mest sum allan teinin. Tá ið bátarnir nærk­aðust málinum, tóktist Sílið hava hug at bjóða av, men Falkurin helt tørn. Hjá Sílinum kostaði tað nógv hjá, at starturin ikki var so góður.
Hinir bátarnir komu á mál væl aftari, og hesa ferð var ikki talan um serliga kapping um plássini.

Úrslit
1 Falkur 05:53.13
2 Sílið 05:53.20
3 Beinta 05:57.24
4 Tjaldrið 06:00.03
5 Ørnin 06:07.23
6 Silja 06:12.12
7 Tambar 06:21.03
8 Fípan Fagra 06:40.06

Støðan
1 Sílið 13
2 Falkur 13
3 Beinta 10
4 Tjaldrið 8
5 Silja 5
6 Ørnin 4
7 Fípan Fagra 2
8 Tambar 1