Fyri at lýsa ætlanina við at gera eina føroyska bilasøgu er ein faldari gjørdur. Eftir áheitan frá Sámal Bláhamar hevur dekkfyritøkan, Goodyear Danmark A/S sponsorerað og latið faldaran prentað. Goodyear hevur havt sín leiklut í føroysku bilasøguni, og hava Goodyeardekk allarhelst verði á teimum fyrstu bilunum sum komu higar til lands. Fyrstu føroysku Goodyear lýsingarnar hjá Vilhelm Nielsen, eru heilt frá 1931. Í dag er tað Super Dekk í Havn, sum umboðar Goodyear dekkini.
Í faldaranum er eisini brot úr byrjanini til føroysku bilasøguna
Bilurin niðast til høgru er ein Hanomag frá 1928










