Dagny Joensen
Í hesum døgum er lýsing í bløðunum, har sóknast verður eftir rithøvundum og forløgum, sum geva út bøkur í ár.
Tað er Bókadeild Lærarafelagsins sum við áheitanini vil skráseta útgávurnar í søluskránna í Bókajól 97.
Hetta er á øðrumsinni at slík søluskrá fyri føroyskar bøkur verður givin út. Ætlanin er at nýggur faldari skal gerast eina ferð árliga, sigur Niels J. Thomsen á Bókadeild Lærarafelags.
- Hetta er ein roynd at lýsa við føroyskumbókum. Fólk ella feløg, sum hava ella ætla sær at geva bøkur út í ár, kunnu venda sær til okkara, ella senda okkum nøkur orð og helst eisini foto av permumyndini.
Bókafaladarin er nýtt tiltak og hann verður gjørdur fyri at gera vart við nýggju útgávurnar.
- Ofta hava fólk ikki ans fyri,hvussu nógvar føroyskar bøkur koma út árliga, av tí at størsti parturin kemur út beint fyri jól, og tá er torført at minnast allar bókatitlarnar, sum koma, sigur Niels J. Thomsen.
Bókafaldarin Bókajól 97 verður liðugur síðast í november mánað, og verður borin í hvørt hús í Føroyum.
Fólk fáa sostatt møguleika at blaða í faldaranum, og eisini fáa hugskot til, hvørjar bøkur tey hugsandi vilja keyp til gávus á jólum.