Radamel Falcao, sum seinasta kappingarár var leigaður út frá Monaco til Manchester United, verður aftur at síggja í Premier League komandi kappingarár.
Chelsea boðar í dag frá, at felagið hevur gjørt leiguavtalu við kolumbianska áleyparan, sum er galdandi fyri komandi kappingarár.
Radamel Falcao livdi í fjør ongantíð upp til tær stóru vónirnar sum vóru settar til hann, tá Manchester United á seinasta degi í flytingarvindeyganum heintaði hann afturat hópinum. Sigast skal tó, at hann í januar 2014 sleit krossbandið, so at hann kom beinleiðis frá einum langtíðarskaða inn á liðið hjá Manchester United.
Chelsea venjarin, José Mourinho, væntar sær tó nógv av nýggja áleyparanum. Við enskar miðlar segði hann í dag.
- Tann Falcao sum vit sóu í Manchester United er ikki tann rætti Falcao. Eg kenni hann sera væl frá bæði Portugal og Spania, og hann er ein frálíkur áleypari. Eg vóni at hann kemur upp á tað støðið aftur fyri Chelsea.
Radamel Falcao er 29 ára gamal.