Í fjør varð 29 ára gamli Radamel Falcao leigaður til Manchester United í Premier League. Áeyparin royndist tó nógv verri enn væntað, og tí kom als ikki upp á tal, at Manchester United fór at keypa leikaran. Nú er tó eitt annað Premier League-felag, ið hevur tryggjað sær Falcao fyri komandi kappingarárið.
Twitter-síðan hjá Chelsea hevur nevniliga kunngjørt, at tað verður í bláu Chelsea-troyggjuni, at framherjin skal royna at røkka sínum toppstøði aftur. Talan verður ein ein eitt ára leigusáttmála.
Síðani 2013 hevur tað verið franska Monaco, ið hevur átt Falcao sum leikara.