Faktorshúsini aftur til heiður og æru

Faktorshúsini í Klaksvík vórðu bygd í 1838, men tey seinni árini hava tey staðið í gloymskuni og meiri til fortreð fyri ferðsluna í býnum.
Nú verður arbeitt við at seta tey í stand aftur. Og gongst sum ætlað verður ein partur av teimum liðugur í 2008, tá Klaksvík fyllir 100 ár.

At tað er kalt í veðrinum, sær ikki út til at nerva hesar báðar menninar Andras Sólstein og Jógvan Ravnsfjall.
Ídnir hava teir báðir og ein annar maður arbeitt, og aftur henda dagin eru teir farnir til verka við stóru ætlanini, at fáa hesi søguligu handilshúsini Faktorshúsini aftur í hóskiligan stand.
Teir hava arbeitt nógv innanveggja í húsunum, men tað er helst arbeiðið uttandura sum fólk best kunnu eygleiða og síggja gongdina í.
Tað er ikki at taka seg aftur í, at tá ein fer í holt við so gamlan og søguligan bygning, sum hevur staðið órørdur í nógv ár, so er veruliga talan um stórarbeiði.
Ja, húsini vóru rættiliga illa farin. Tað fyrsta vit tí gjørdu var at skifta takið út, sigur Jógvan Ravnsfjall, leiðari á Fornminnissavninum.
Teir hava higartil brúkt nakað av peningi kanska einar 400.000 kr. Men hetta er kortini bert ein partur av tí, sum tann samlaða ætlanin at varðveita hesi húsini fer at kosta.

Liðugt til 100 ára haldið
Hóast nógv longu er gjørt, so vantar kortini nógv í, fyrrenn henda spennandi ætlanin verður liðug.
Vit gera í løtuni klárt á takinum, so at flagið kann leggjast á. Og tá tað fer at vára aftur, verður flagið lagt á.
So kann tað byrja at grógva, tá summarið kemur, greiður Jógvan Ravnsfjall frá.
Ætlanin er, at ein partur av hesum stóra bygninginum skal verða liðugur í 2008.
Tá verður nevniliga Klaksvíkar kommuna 100 ár, og er ikki óhugsandi at Faktorshúsini verða ein partur av hesum hátíðarhaldinum.

Mentanarlig tiltøk
Faktorshúsini við Klaksvíkvegin hava leingi staðið mestsum í órøkt. Tí hava nógv fólk ynskt tað flutt ella burturbeint.
Men teir á Norðoya Fornminnissavni vildu tað øðrvísi. Teir fingu keypt hesi húsini fyri fimm árum síðani, og hava síðani arbeitt við, hvussu ein kundi seta tey í stand, og hvat tey kundu brúkast til.
Møguleikarnir í hesum húsunum eru nógvir, og har er bert ein spurningur um, hvussu langt hugur og hugflog røkka.
Ætlanin er tó, at kommunan kann fáa hesi húsini at ráða yvir. Tey kunnu nýtast til mong ymisk endamál, m.a. til framsýningar, fyrilestrar og onnur mentanarlig tiltøk.




Forfallið og fortreð fyri flyting
Í fjør var málið um Faktorshúsini fyri í Klaksvíkar býráði. Uppskotið var at kanna, hvat tað kostaði at flyta hesi søguligu húsini ella at fáa tey burturbeind.
Breið semja var tá um, at húsini hvørki átti ella kundu verðið burturbeind, tí loyvi snøgt sagt ikki var til tess. Ístaðin fyri er ein nú farin undir at seta tey ístand.
Tað eru helst mong í býnum sum halda, at Faktorshúsini hava verið lítið virðilig sum eini søgulig hús í dag.
Tey hava sæð forfallin út, og lítið hevur røkst fyri at tey skuldu koma aftur til heiður og æru.
Onnur hava hildið, at ein átti at tikið tey niður, soleiðis at tað kundi lætta um hjá ferðsluni eftir Klaksvíksvegnum.
Men tá ein tosar um søguligar bygningar í Klaksvík, so er hesin bygningurin ikki einhvør søguligur bygningur.
Hesi handilshúsini teljast millum elstu húsini í Klaksvík. Tey eru bygd í 1837-38, og líkjast handilshúsunum á Fitjum í Vestmanna.
Faktorshúsini vórðu friðað í 1986, og tey seinastu árini hevur so verið arbeitt við at seta tey í hóskiligan stand.




fyri seg

Úthandil í Norðoyggjum
"Sum kunnugt var bert ein handil í oyggjunum til 1836; serliga trupult var hetta hjá teimum, sum høvdu longsta og óhøgligasta vegin at fara til Havnar, eitt nú suðringar og norðingar. Tann fyrsti, ið ber uppá mál at gera úthandil í Norðoyggjum er Christian von Gabel, abbasonur hin kenda Christoffer von Gabel, og sonur Fridrich von Gabel, sum høvdu havt handilin í Føroyum frá 1655-1709.
Christian von Gabel, sum ivaleyst man hava kent viðurskiftini skrivar soleiðis: "Min Mening, efter den Erfaring jeg har om Landet udi de Tider, jeg har været der, er ellers denne, at der ikke bliver nogen Fordel ved Handelen, medmindre der i Stedet for den ene Krambod, som nu er midt i Landet i Thorshavn, blev desuden indrettet tvende andre Kramboder, for om Vinderdage kan Suderøen og Noderøen umuligen komme til Kramboden formedelst den lange Vej og det farlige Farvand, og da tvinger Nøden Undersaatterne at handle med Lurendrejere. Men kom der tvende Kramboder til, saasom en paa Norderø og en paa Suderø, og der blev holdt Fartøjer i Landet, som kunde fiske, naar Tid var, og ellers forføre Varerne ville det meget hjælpe indbyggerne og forhindre Lurendrejere".
Hetta elsta uppskotið um handil í Norðoyggjum er skrivað 1723, men onki spurdist burturúr. Ikki fyrr enn jørðin hevði malið 115 ferðir um sólin og menn farnir at skriva anno 1838".
(Kelda: J. Símun Hansen "Havið og vit 1" 1960)


myndir