Fakta um ætlanina

Endamálið er at gera eina heimasíðu, sum snýr seg um føroysk fótbóltshagtøl burturav. Herundir eisini upplýsingar um feløg, vøllir v.m., sum ikki beinleiðis verða bólkað undir hagtøl. Á síðuni skal verða gjørligt at spyrja um stórt sæð alt: Úrslit og støður, spælarar, málskjúttar, dystar- og máltal fyri einstøku spælararnar, dómara- og venjarahagtøl o.s.fr. Snøgt sagt ein føroysk fótbóltsalfrøði um alt tað, sum fyriferst innan føroyskan felags- og landsliðsfótbólt.

Allir tøkir dómaraseðlar skulu lesast inn, heilt frá fyrstu landskappingini í 1942. Í fyrstu atløgu er endamálið at skráseta bestu mansdeildini, næst bestu mansdeildina, steypakappingina fyri menn, altjóða dystir hjá feløgum, altjóða dystir hjá landsliðnum, bestu kvinnudeildina og steypakappingina hjá kvinnum.

Tilsamans verður mett, at talan er um væl oman fyri 10.000 seðlar, sum soleiðis skulu lesast inn. Sjálvandi við nógvum upplýsingum og hvørjum einstøkum seðli. Fyrsti parturin av ætlanini snýr seg um bestu mansdeildina, og bar her eru á leið 3.000 dómaraseðlar.