FAKTA um teknisku menningina á trygdarøkinum

50 árini: Tilvitanin vaknar, um at ferðsluvanlukkur kosta samfelagnum nógv.
Byrjað verður at arbeiða við at gera bilar tryggari. (Bilbeltið verður uppfunnið, byrjað verður við at broyta skapið á bilinum, soleiðis at sum minst skaði hendir)

60 árini: Lóg um bilbelti í nøkrum londum

70árini: lóg um bilbelti í flestu londum

80 árini: lóg um bilbelti í Føroyum

80-90 árini: ABS bremsur og Airbag koma í bilarnar. Bilarnir verða sterkari gjørdir rundan um kabinuna, har fólk situr, og "bleytari" har hann skal taka av fyri stoyti.

Nú: Mekaniskar og serliga elektroniskar trygdarskipanir verða alsamt mentar.
Framtíðin: Bilurin verður meira og meira skynsamur "intelligentur".

Kelda: Ferðslutrygd