Fakta um Tangz

Tangz er ein samanrenning av bólkunum Deep End, Lokum og The Hanky Stuff. Gjøgnum hesar tríggjar bólkar hava allir tónleikararnir í Tangz verið um hvønnannan.

 

Tá ið nakrir av liminum í The Hanky Stuff fluttu til Danmarkar í ?97, tóku teir eftirsitandi seg saman og stovnaðu ein nýggjan bólk við tí endamáli at spæla cover-løg. Kært barn har mange navne, og áðenn Tangz fór at eita Tangz hevði bólkurin nøvn sum Funny Boyz, Happy Friends, Sjors og onnur.

Bólkurin var upprunaliga ikki gjørdur við tí fyri eyga at komponera og ambitiónirnar vóru lítlar og ongar.

Men um heystið ´98 var undankappingin til Prix Føroyar útskrivað, og hetta høvið til at royna at skriva egnan tónleik lat Tangz ikki fara afturvið borðinum.

Bólkurin var ikki stovnaður til Prix Føroyar, heldur kom prixið væl við. Við egnum tónleiki og nakað av ambitiónum, var tørvur á nýggjum navni, sum so bleiv Tangz.

Tangz stóð seg væl í Prix ?99, og var nógv eftirspurdur aftaná. Bólkurin hevur verið uttanlands nakrar ferðir. Tvær ferðir hevur hann spælt á føroyinga-vinarliga Gimle, og í fjør luttók bólkurin á Jazz Festivalinum í Reykjavík.

Harafturat hevur bólkurin eisini givið eina stakfløgu frá hondum, sum nú er útseld.


Tónleikararnir í Tangz eru:

Rókur Jacobsen: sang

Dánjal Dam á Neystabø: keyboard

Hallur Johannessen: bass

Halgir W. Arge: trummur

Róði H. Christiansen: gittar