Fakta um samráðingarnar

Fakta um gongdina í samráðingunum

13:00 (fríggjadagin) Samráðingarfundurin millum føroyingar og danir skuldi byrja við frokosti í speglsalinum í danska forsætismálaráðnum.



13:20Ikki fyrr enn nú síggjast politikarar í geinginum í forsætismálaráðnum. Leiðin gongur inn í speglsalin til frokost



14:10Farið verður á fyrsta fundin um føroyskt fullveldi



16:00 Eftir tíðarætlanini eigur tíðindafundurin nú at verða hildin. Tað einasta fólk vita er, at partarnir nú ikki sita í sama rúmi.



17:00Fyrsta bumban brestir. Danski forsætismálaráðharrin heldur nú - púra óvæntað - tíðindafund einsamallur og greiðir frá, at danir ikki góðtaka longri skiftistíð enn trý til fýra ár



17:30Løgmaður kennir seg nú eisini noyddan at hava tíðindafund. Hann greiðir frá, at landsstýrið er tikið á bóli í samráðingunum. Danir eru farnir at diskutera konkret viðurskifti í nýggjum ríkisrættarligum sáttmála, m. a. skiftistíðina.



18:00 Farið verður aftur til samráðingar.



22:00Samráðingarnar eru nú lidnar. Partarnir eru komnir ásamt um ein leist fyri víðari samráðingunum. Fyrsti fundurin skal haldast tíðliga í mai. Áðrenn hendan fundin skulu partarnir royna at fáa greiðu á faktuella grundarlagnum undir fíggjarligu viðurskiftunum landanna millum. Á jóansøku skal støðan gerast upp.



00:00Næsta bumban brestir: Ritzau skrivar við danska fíggjarmálaráðnum sum keldu, at føroyingar hava kravt eina skiftistíð upp á 63 ár.



18:30 (Sunnukvøld): Triðja bumban brestir: Útvarp Føroya avdúkar, at danir hava roknað út, hvørjar útreiðslur eru av føroyingum - eisini føroyingum búsitandi í Danmark. Roknistykkið sigur einki um, hvørjar inntøkur danir hava av Føroyum.