Fakta um Krinvarpið og Progress

Sambært fylgiskjalinum til av­tal­una, so eru upp­gáv­ur­nar hjá stjóranum í Sp/F Pro­gress hesar:

– Arbeiða við sponsoratum burt­­ur­av – tá neyðugt eisini lýs­­in­g­ar.
– Skal hava møguleika at inn­­heinta upplýsingar um til­far – frá programm, um­sit­ing, sam­skip­ar­ara
– Heimild at samráðast vegna Kring­varp Føroya um sats­­ir, longdir av sáttmála, form av sáttmála, etc.
– Skal »latast væl í« áðrenn hann fer út at selja, tað merk­ir, at hann skal kenna um­sit­ing og framleiðslu sum heild. Prát við lýsingarfólk um upp­liv­­ing­­ar etc.
– Tætt samstarv skal vera mill­­um lýsingar-, spæl-, og spon­­sor­­a­t­fólk­u­num um pot­en­ti­ellar kundar – sam­skip­an.
– Ítróttin fyrst – kal­end­ar­an.
– Síðani hós­kvølds­send­ing­ar
– Síðani alt.
Sam­bært avtaluni, so nýt­ir Kring­var­p­ið fleiri sølufólk. Býtið er hetta:

Lýsingarfólk í KvF:
– Selur lýsingar til flat­un­ar
– Hevur møguleikar fyri at gera langsiktaðar lýs­ing­ar­av­tal­ur eftir avsláttarskipan.

Progress:
– Selur sponsorat til send­ing­ar
– Arbeiðir langsiktað við send­i­flat­uni og serliga við størri fram­leiðslunum
– Fær leypandi upp­lýs­ing­ar frá Mentan – via sa­m­skip­ara
– Kann gera avtalur um lýs­ing­ar­átøk í staðin fyri spons­or­er­ing í teimum før­um, hetta er ein betri loysn.