Í 1. deild hjá monnum verða í 2005 leikt 27 umfør.
Fyrstu níggju dystirnir eru skipaðir soleiðis, at tey fimm liðini, sum í fjør endaðu ovast, hava fimm heimadystir. Hini liðini hava tá fýra heimadystir. Seinastu 18 umførini spæla øll liðini móti hvørjum øðrum heima og úti.
Skipanin við leikbannum er broytt soleiðis, at leikari fær leikbann eftir fimm gul kort. Næsta leikbannaið kemur eftir trý gul kort og síðani verður leikari bannaður fyri hvørji tvey gul kort.