Stovningardagur felagsins er 14. mai 1971. Limatalið hevur verið støðugt vaksandi síðani tá, og er í dag komið upp á 1343 limir.
Forkvinna í felagnum er Lis í Niðristovu Eklund, og í nevndini eru Maud Wang Hansen, Turid Askham, Anette Olsen, Haldis Matras, Óli Wolles og Bogi Andreasen.
Aftrat teimum kemur Liljan D. Jacobsen, sum arbeiðir á skrivstovuni 12 tímar um vikuna, og Annlis Bjarkhamar, sum arbeiðir sum dagligur leiðari á hálva tíð.
Felagið hevur júst fingið nýggja heimasíðu: www.javni.fo