Fakta um Jákup

Navn:Jákup á Borg
Føddur:26. oktobur 1979
Stovnaði í fjør Bilrøkt, og er í dag samánari av virkinum saman við Geir Wardum, sum fyri stuttum eisini gjørdist partur av fyritøkuni.
Er trúlovaður Susie Midjord (tey gifast um eina viku), og eiga tey bæði trý ára gamla Fríða.
Hevur spælt fótbólt við B36 og HB í Føroyum, umframt at hann eitt skifti var knýttur at OB í Danmark.
Spældi fyrsta A-landsdystin fyri Føroyar tann 19. august 1998, tá Føroyar taptu 1-0 móti Bosnia í Sarajevo. Er pr. dags dato skrásettur fyri 47 altjóða dystir, oig hevur hann skotið 2 mál í hesum.