Fakta um I Am

I Am hevur verið til síðan 1996, tá teir báðir Birgir Sigurðsson og Eyðbjørn Jacobsen tóku seg saman at stovna ein gospelbólk. Afturat sær fingu teir sum frá leið Hans Ova Johansen, Heðin Olsen og Mikkjal Hvannastein afturat sær.

Síðan tá hevur manningin verið óbroytt, men bólkurin hevur hinvegin broytt seg ikki sørt.

 

Fyrstu tíðina spældi bólkurin bert til møtir og onnur andalig tiltøk, og tónleikurin var tað, sum sangarin, Birgir, best heldur kann nevnast »bygdatónleikur«.

Seinni gjørdist tónleikurin eitt sindur harðari og tyngri og framførslan hjá I Am í undankappingini á Prix Føroyum í 1999 gjørdist eitt rættiligt gjøgnumbrot fyri bólkin, hóast hann ikki kom víðari.

Í tey tvey árini síðan síðstu Prix kapping hevur bólkurin givið vælumtóktu fløguna »Cast« út, spælt til eina ørgrynnu av tiltøkum, harímillum á Ólavsøkukonsertini og á Broadway og Laugardalshøllini í Íslandi.


Tónleikararnir í I Am eru:

Birgir Ingolf Sigurðsson sang

Eyðbjørn Jacobsen bass

Hans Ove Johansen trummur

Heðin Olsen keyboard

Mikkjal Hvannastein gittar