Hamas-rørslan hevur tíðliga í morgun lopið á Ísrael. Sambært rørsluni sjálvari við 5.000 rakettum.
Lesið her, hvør Hamas-rørslan er, og hví hon loypur á.
* Hamas-rørslan varð skipað í 1987 udnir palestinska uppreistrinum ímóti Ísrael. Rørslan stríðist ímóti tí, sum hon metir sum samfelagsins snaran ímóti Vesturheiminum og burtur frá Islam.
* Upprunaliga vildi rørslan venda aftur til eitt reint islamst samfelag, har høvuðsfíggindin er staturin Ísrael. Bólkurin vil hava valdið hjá Ísrael yvir og hersetingina av »Palestina« beint burtur.
* Í høvuðsheitinum koma limirnir úr Hamas úr flóttafólkalegum í Gaza og millum persónar, sum eru troðkaðir undan hersetingunum hjá Ísrael.
* Síðani 2007 hava Hamas og aðrir hernaðarligir bólkar bart í fleiri kríggjum við Ísrael.
* Í 2017 var endamálið hjá Hamas broytt til ein møguleika fyri at skipa ein fyribils palestinskan stat á Vestara áarbakka og Gaza geiranum innan fyri mørkini frá krígnum í 1967.
* Tað fer tó at krevja eina »frígering av øllum Palestina«. Tí vil Hamas føra kríggj í móti »zionismuni«, sum hon sigur hevur ábyrgdina av »hersetingini«.
* Zionisman er politiska royndin at tryggja jødanna afturvendan til tað, jødarnir meta sum Heilaga Landið.
* Hamas hevði áður formlig bond til Muslimska Brøðralagið, men leiðarin í bólkinum sigur nú, at tey bondini eru slitin.
* Bæði USA, ES og Ísrael meta Hamas sum ein yvirgangsfelagsskap.
Keldur: NTB og Kristeligt Dagblad.
/ritzau/











