Fakta um Galapagos

.

Kelda: DR


Galapagos oyggjar liggja úti í Stillahavinum, vestan fyri Ekvador í Suðuramerika. Talan er um 19 oyggjar, ið eru skaptar av eldgosum. 13 teirra eru størri oyggjar, meðan 6 eru smærri. Oyggjarnar fevna um 50 túsund kvadratkilometrar av Stillahavinum.


Eingi upprunafólk eru á Galapagos. Thomas de Berlanga, biskupur í Panama, uppdagaði oyggjarnar av tilvild í 1535. Fyrstu ferð oyggjarnar vóru teknaðar á sjókort var í 1570.


Í 1700- og 1800- talinum nýttu sjórænarar oyggjarnar sum skjól og spísikamar. Her fingu teir feskt vant og skjaldbøkur, sum teir tóku við umborð á skipini og grillaðu, tá teir gjørdust svangir.


Í 1835 kom Darwin til Galapagos at kanna serliga plantu- og djóralívið, sum ikki finst aðrastaðni í heiminum. Listi hansara yvir spennandi djórasløg fevnir millum annað um albatrossar, pingvinir, havskjaldbøkur, iguanur, hvalir og delfinur. Eftir drúgt og gjølligt kanningararbeiði gav Darwin út kendu frágreiðingina um uppruna ættarinnar.


Galapagos oyggjar komu undir Ekvador í 1832, og smáar bygdir mentust á fleiri av teimum stóru oyggjunum. Flestu av núverandi íbúgvunum eru úr Ekvador, og eru hetta fólk, sum eru flutt hagar seinastu 40 árini. Fólkatalið veksur við 8 prosentum um árið.


Í 1859 vórðu oyggjarnar lýstar at vera tjóðarpark, orsakað av vaksandi ferðavinnuni. Í dag kostar tað umleið 100 amerikanskar dollarar at koma í lanbd á Galapagos.