Flux kom eitt sindur fram á føroyska tónleikapallin, tá teir vunnu Pop Top konsertina í 1998 og síðan spældu á ólavsøkukonsertini sama ár.
Rættiliga gjøgnumbrotið hjá bólkinum kom tíðliga árið eftir, tá Flux tryggjaði sær finalupláss í Prix Føroyum ?99 við at gerast nummar tvey í undanumfarinum á Tvøroyri.
Eftir finaluna í ´99, blivu Flux rættuliga væl umtóktir, kanska serliga millum teir yngru áhoyrarnir, og lagið »Mr. Headless«, lá sum nummar eitt á »Fimtan teimum bestu«.
Fyrstu tíðina sást bólkurin spæla nokkso fitt ymsastaðni í landinum. men so gekk ein tíð har tað ikki hoyrdist so nógv til ungu mennirnar úr Eysturoynni og Havn, men á ólavsøkukonsertini í 2000 var Flux aftur at hoyra.
Flux leggur seg eftir at spæla nútímans tónleik.
Tónleikararnir í Flux eru:
Hans Marius W. Ziska: sang/guitar
Terji Skibenæs: guitar
Sveinur Gaard Olsen: trummur
Kristian í Vági Eliasen: bass/kór









