- Um Carlos Tevez byrja og skorar í kvøld, so hevur hann spælt 100 dystir í Premier League og skorað 50 mál. Tað er eitt mál fyri annan hvønn dyst, ið hann hevur byrjað inni.
- Manchester City er tað einasta liðið í Permier League í ár, sum ikki hevur tapt, tá teir hava skorað tað fyrsta máli í dystinum.
- Emmanuel Adebayor hevur skorað 6 mál í teimum seinastu 7 dystinum ímóti Tottenham.
- Manchester City hevur higartil bara tapt 6 dystir í ár. Teir hava aldrin tapt færri enn 7 í einum kappingarári í bestu deildini.
- Í seinastu 8 uppgerðinum millum Manchester City og Tottenham, eru akkurát 3 mál komin hvørja ferð.
- Gunnar Nielsen er ikki einasta íløgan Norðurlond eiga í dystinum í kvøld. Íslendski Eidur Smári Gudjohnsen er á bonkinum hjá Tottenham.
Tottenham er á fjórða plássi við 67 stigum, meðan Manchester City á fimta plássi hevur 66 stig. Eftir dystin í kvøld hava liðini bara ein dyst eftir í hesum kappingarárinum. Tottenhem tekur á heimavølli ímóti Burnley, ið longu eru fluttir niður, meðan Manchester City er á útivølli ímóti West Ham.