Í 2008 vísir roknskapurin hjá Trans-Farex Invest P/F, at felagið hevur eitt hall upp á 25 milliónir krónur. Hetta hall skuldi lutvíst (kanska 50%), leggjast afturat úrslitnum hjá KRK Holding fyri 2008. Tað hevði gjørt tølini hjá felagnum nakað nógv reyðari, enn tey vóru, og er kanska orsøkin til, at felagið ikki gjørdi roknskap fyri 2008 - men fór á heysin.
Búroknskapurin vísir helst, hvussu stóran part av tapinum í Trans-Farex Invest verður flutt upp í KRK Holding í konkurs.
Farex P/F:
Roknskapur ár: 2006
Ársúrslit: - 2.211.293 krónur
Eginogn: -351.565 krónur
Skuld: 37.615.849 krónur
Ogn: Farex Iberia, Barcelona, Farex DK APS, Hirtshals
Kaldbaks Seafood P/F:
Roknskapur ár: 2007
Ársúrslit: - 366.929 krónur
Eginogn: 500.653 krónur
Skuld: 2.932.871 krónur
-----
Trans-Farex Invest P/F:
Eigarar eru KRK Holding, Tórshavn og Transpesca, Vigo, Spania
Roknskapur ár: 2008
Ársúrslit: - 25.012.102 krónur
Eginogn: -89.930 krónur
Skuld: 90.510 krónur
Ogn: Átti part av P/F Faroe Seafood til 2008