Nógv fleiri føroyingar enn onnur fólkasløg eru berarar av sjúkuni CTD, Carnetine Transporter Defect. Hetta er gamla søgan um inngiftan og fjarðskotna oyggjalandið.
Sambært serfrøðingum er ein av hvørjum 18 føroyingum er berari av sjúkuni, meðan ein av hvørjum 1.300 longu hava sjúkuna. Til samanberingar er títtleikin í USA ein av hvørjum 100.000 og í Japan ein av hvørjum 40.000. Fáa tveir berarar barn, eru 25 prosent sannlíkindini fyri, at barnið fær deyðiligu sjúkuna CTD, sum eisini er undir illgruna fyri at vera orsøk til fleiri tilburðir av vøggudeyða.
CTD, ella Carnitine Transporter Defekt, hevur við sær, at fólk uttan nakra ávaring doyggja heilt ung. Annaðhvørt av búksjúku sum pinkubørn, ella sum heilt ung av hjartasteðgi. Orsøkin er, at tey mangla eitt evni í kroppinum, sum eitur Carnitine.
Av tí, at sjúkan higartil hevur verið ókend millum vanlig fólk í Føroyum, hava vit mist nógv børn og ung, sum brádliga eru deyð undir løgnum umstøðum, sum ongin hevur kunnað forklárað.
Longu í 1997 fann týski barnalæknin Ulrike Stauervald, sum tá starvaðist á barnadeildini á Landssjúkrahúsinum, eitt samband millum føroysk børn, sum vórðu deyð brádliga, og arvaligu sjúkuna CTD.
Fólk við sjúkuni mangla evnið carnitine og tað er lívshættisligt. Við einfaldari viðgerð, har tey fáa evnið sum ískoyti, kunnu tey liva eitt normalt lív. Sjúklingar, sum ikki eru í viðgerð eru ofta sjúkir, hava lítla orku og veika verjuskipan.
Men tað krevur, at sjúkan verður uppdagað tíðliga, so kroppurin ikki nær at taka skaða. Síðan 2006 hava øll nýbakað foreldur fingið tilboð um, at børn teirra kunnu verða kannað fyri CTD og aðrar viðføddar sjúkur.
Illgruni er um, at føroyingar liva longri við sjúkuni enn onnur fólkasløg, tí vit eta nógvan mat við carnitine í, eitt nú nógv kjøt.
MYNDATEKSTUR TIL GREIN 3:
Av tí, at sjúkan higartil hevur verið ókend millum vanlig fólk í Føroyum, hava vit mist nógv børn og ung, sum brádliga eru deyð undir løgnum umstøðum, sum ongin hevur kunnað forklárað.









