Bólkurin vann undankappingina í Miðvági, og bleiv beinanvegin kendur kring landið sum bólkurin við tí sermerkta tónleikinum, sum fleiri væntaðu sær nógv av.
Eftir Prix finaluna í 1999 hevur nakað verið at hoyrt til Clickhaze, men ikki so øgiliga nógv. Bólkurin hevur verið á palli í Losjuni í Gøtu og onkra aðrastaðni m.a. saman við Glorybox. Bólkurin spældi eisini á Ólavsøkukonsert í 1999 og 2000.
Tónleikararnir í Clickhaze eru:
Petur Jensen: sang
Jón Tyril: el-guitar
Bogi á Lakjuni: el-guitar
Jens Ladekarl Thomsen: bass
Høgni Lisberg: trummur
Eivør Pálsdóttir: sang
Mikael Blak: orgul
Bjarti S. Hansen: ljóðmaður