Bryggjan
Karmurin um hesa verkætlan er Pakkhús C á grønlendska handilsplássinum mitt í Keypmannahavn. Her verður ein miðstøð fyri mentan, gransking og vinnulív úr londunum í Útnorði. Nettupp hesin bygningurin fer at skapa eitt sera spennandi og livandi umhvørvi. Á hesum søguliga handilsplássinum er ætlanin at skapa ein dynamiskan og livandi pall, har umheimurin møtir londunum í Útnorði.
Pakkhúsið, sum hevur eitt virði uppá 45 mill. kr. er ein gáva frá donsku stjórnini. Umbyggingin er mett at kosta 80 mill. kr. Harav eru tær 60 mill. kr. fíggjaðar av Grønlandi, Føroyum og Íslandi. Tær seinastu 20 mill. kr. eru stuðul frá ?A.P Møller og Hustru Chastine Mc-Kinney Møllers Fond til almene Formaal?.
Arbeiðið byrjaði 1. august 2002, eftir sjey ára fyrireikingar. Flutt verður inn í bygningin 1. November. Almenna upplatingin er 27. november. Samlaða gólvøkið er uppá 6733 fermetrar.
Húsið er í fimm hæddum. Niðasta hæddin skal hýsa móttøku, restauratión, kantinu og veitsluhøli. Føroyar, Ísland og Grønland fáa so hvør sína hædd at hýsa sendistovu og umboðsskrivstovum. Ovasta hæddin er m.a. ætlað til mentanarlig tiltøk.
Økið, har Norðuratlantiska Bryggjan heldur til, osar av søgu. Í meira enn 200 ár var sera stórt virksemi á ?Det Grønlandske Handels Plads? . Her fór samhandilin við Føroyar, Finnmarkina, Ísland og Grønland fram. Her var turrur fiskur, saltað sild, lýsi og skinn goymt, áðrenn tað fór víðari til evropeiska marknaðin. Og haðani vóru alskyns vørur lastaðar til londini í Útnorði. Her løgdu eisini ferðafólkaskipini at. Staðið osar av livandi søgu.
Í nevndini fyri grunnin ?Den Nordatlantiske Brygge? eru umframt Vígdis Finnbogadóttir, Marjun Hanusardóttir, hon er næstformaður, harnæst Gudmundur Árnason, Niels Bernstein, Kaj Elkrog, Søren Haslund-Christensen og Kaj Kleist. Stjóri er Morten Meldgaard.










