Øll árini síðai stovnanina hevur feliagð flogið við flogførum av slagnum BAE 146 og BAE Avro Jet
Atlantsflog og Airbus skrivaðu undir sáttmála um nýggja
Airbus 319- flogfarið 30. januar 2008
Airbus-flogfør verða bygd í ymsum londum og landspørtum í Evropa og sett saman í Hamburg
Airbus hevur bygt 5.200 flogfør av slagnum 318, 319, 320 og 321.
Airbus 319 er eitt av heimsins mest seldu flogførum og tekur 144 ferðafólk.
Ljós- og ljóðviðurskiftini umborð eru betri enn í BAE-flogførunum. Eitt nú larmar Aribus 319 minni.
Hvør seturkilometur við Airbus 319-flogfarinum er bíligari enn við BAE-flogførunum.
Atlantic Airways lækkar oljuavgjaldið 28. mars 2012 úr 280 krónum niður í 200 krónur.
Felagið hevur økt um útboðið av bíligum ferðaseðlum. Lægsti kostnaður til Danmarkar er nú 995 krónur.
Felagið hevur skipað fyri at útbúgva flogmenn, mekanikarar og flogternur at nýta Airbus-flogfarið.
Við Airbus 319 tekur felagið í nýtslu innflúgvingarskipanina Required Navigation Performance Authorisation Required, RNP-AR
Airbus 319 er 33,84 metrar langt. Veingjaspennið er 33,91 metrar.
Flogfarið kann flúgva 5.984 km út í eitt. BAE-flogførini flúgva ímesta lagið 3.000 km út í eitt.