Seinasta árið hevur verið framúr fyri partaeigarar í Atlantic Petroleum. Vøksturin á partabrævinum hevur í hesum tíðarskeiði verið 70,7%. Um sama mundi hevur vøksturin á ICEX-15 vísitalinum verið 41,4%. Ein vøkstur, at føroyska oljufelagið eisini eigur sín góða part, tí felagið varð fyrr í ár tikið við, tá ICEX-15 vísitalið skal roknast.
Hartil er eisini greitt, at talan er um ein positivan tendens innan sonevndu orkupartabrøvini. CSE10 Energy, sum er vísitalið fyri orkufeløg á børsinum í Keypmannahavn, er hetta seinasta árið økt 37,4%.










