Bólkurin 200 hevur verið til í sama líki síðan hann varð stovnaður, men av tí at tónleikararnir allatíðina hava luttikið í øðrum bólkum og fyrst og fremst hava sæð 200 sum eitt slag av ?frítíðarbólki?, hevur 200 ofta ligið í dvala í styttri og longri tíðarskeið.
Um ársskiftið varð 200 tikin niður av hillini aftur og støvaður av til Prix Føroyar. Tá kom nýggi maðurin í bólkinum, Búi E. Dam, til, og saman skrivaði bólkurin nøkur nýggj løg.
200 kvalifiseraði seg til finaluna við at gerast nummar tvey í undankappingi í Miðvági.
Tónleikararnir í 200 eru:
Niels Arge Galan: gittar og »sang«
Búi E. Dam: gittar
Uni Árting: trummur
Mikael Blak: bass