Drápsmaðurin var fyrrverandi maður hennara, ið hetta kvøldið kom heim við báðum børnunum, fýra og seks ára gomul, ið høvdu verið hjá honum um vikuskiftið. Parið var sundurlisið, og búði tí ikki saman meira.
Eleina varð skotin fimm ferðir, uttan fyri húsini, meðan børnini vóru innandura.
Maðurin flýggjaði, men varð handtikin stutt eftir. Hann hevði lagt alt til rættis, eitt nú hevði hann verið í Sveits í juni mánað sama ár og keypt sær eitt vápn til endamálið.
Dómur fall í málinum mikudagin í síðstu viku. Drápsmaðurin hjá Eleinu varð dømdur 20 ár í fongsul.
Tey bæði børnini, ið Eleina og drápsmaður hennara áttu í felag, búgva nú í Skanderborg hjá systur Eleinu, har mamma teirra eisini liggur grivin.